Dagførdur bedingsvognur og høll til smærri skip og tvíkiljur

MEST bjóðar nú smærri skipum og tvíkiljum umvælingar í góðum innandura umstøðum á skipasmiðjuni í Havn. Høll 2 er dagførd og nýggjar størri hurðar settar í  –  eins og sunnara beding er dagførd við tillagingum á verandi vogni.

Vognurin á bedingini ger tað sera ómakaleyst at koyra skipið ella tvíkiljuna beinleiðis av bedingini og inn í høllina. Bátar og skip, sum hava eina breidd upp í 10 metrar kunnu koma inn í høllina, sum er 30 metrar til longdar.

Innandura eru umstøðurnar góðar at sandblása, metalisera og mála skip ella tvíkiljur – eins og gera vanligar umvælingar. Í høllini eru stórir traverskranar, sum ger tað lætt at skifta eitt nú motorar.

Høllin er klár at taka í nýtslu í hesu vikuni.