Ársins Leiðarar 2016! Guðrið Højgaard og Mouritz Mohr

Innan tað almenna gjørdist Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands Ársins leiðari 2016.

Innan tað privata gjørdist Mouritz Mohr frá MEST, Ársins leiðari 2016.

Dómsnevndin sigur í síni grundgeving:

Ársins almenni leiðari Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands:

• hevur, saman við starvsfólkunum, miðvíst og skipað ment ferðavinnuna munandi upp á stutta tíð.

• er ein miðvísur "primus motor" innan marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland. Hon inndregur allar partar, bæði í vinnuni og á politiskum embætisstigi, soleiðis at ein savnandi samleiki og trúgv uppá føroyska ferðavinnu er blivin veruleiki.

• krevur nógv av sær sjálvari, og er samstundis dugnalig at fáa tað allarbesta fram í sínum starvsfólkum við at geva teimum ábyrgd og at viðurkenna arbeiði, sum tey gera.

Ársins privati leiðari Mouritz Mohr, MEST:

• flytur føroyska skipasmiðjur inn í framtíðina við festi í rótunum

• hevur fingið góð fíggjarlig úrslit og megnar at taka av nýggjum møguleikum

• er ein dugnaligur og fyrikomandi stjóri, sum tryggjar, at MEST er eitt gott og mennandi arbeiðspláss har fólkið trívist

Dómsnevndin
Í dómsnevndini 2016 sita Jóannes Jacobsen, Fróðskaparsetur Føroya, Ragnar Joensen, Marine Harvest & Annika Sølvará, Granskingarráðið

 

kelda: vp.fo