3 nýklaktir maskinsmiðir

Í góðveðrinum í seinastu viku stóðu hesir tríggir MEST garparnir sveinaroyndina sum maskinsmiðir.

Á myndini eru frá vinstru til høgru: Carl Rasmussen, MEST Skála, Beinir Højgaard, MEST Runavík og Tóki Hjartarson, MEST Tórshavn.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað besta framyvir.