Skipasmiðjur

Álítandi loysnir – og lønsemi hjá kundanum

 

MEST leggur áherðslu á at veita álítandi tænastur. Hetta styrkir trivnaðin umborð og gevur harvið lønsemi hjá kundum okkara.
 

MEST hevur skipasmiðjur í Tórshavn og á Skála við 3 bedingum og einari dokk.  Stórar byggihallir og smiðjur við nýmótans útgerð hava við sær at alt arbeiðið kann verða framt á sama stað:

·         Umvælingar – stál, aluminium og rustfrítt stál

·         Motor umvælingar

·         Yvirflatuviðgerð

·         Tænastur av ymiskum slag

Okkara arbeiði innan offshore vinnuna seinastu árini hevur verið við til, at vit leggja serligan dent á dokumentatión og effektivitet í gerandisdegnum.

Vit frøast um at krevjandi útlendskar fyritøkur geva okkum gott skotsmál og royna vit hvønn dag at liva upp til hetta. Ein av okkara stóru kundum segði soleiðis:

I have used MEST for both preparations for inshore stay, offshore preparations, prefabrications and yard services and logistics and can whole heartedly recommend their HSE-attitude, efficiency, coordination and excellent service-minded expedience!” Einar Vindenes, Project Manager, West Hercules – oil rig owned by Seadrill/North Atlantic Drilling