Ritan fingið nýggjan høvuðsmotor og ljósmotor

Ritan, sum røkir ferðafólkaflutningin millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, er vorðin dagførd við nýggjum høvuðsmotorum og ljósmotori. Gomlu motorarnir vóru nærum 25 ára gamlir og høvdu gjørt sína tænastu fyri Strandferðsluna.

Tað er Skipasmiðjan MEST sum hevur staðið fyri íseting av tveimum nýggjum Volvo Penta høvuðsmotorum og einum Sisu Diesel ljósmotori. Í 2014 vóru gearini útskift á MEST.  Ritan er væl fyri í mun til ferðaflutningin í summar.