Mohrari aftur eigari av MEST saman við Krúnborg

Mouritz Mohr, stjóri í MEST, hevur í dag keypt 10% av partapeninginum í samtakinum MEST

Tað var tann tíð, tá Mohr familjan í Havn átti stoltu høvuðsstaðarfyritøkuna Tórshavnar Skipasmiðju. Síðani er nógv vatn runnið í ánna og hetta ristastóra arbeiðsplássið hevur skift hendur. Eftir at hava verið í bókunum hjá Eik banka í drúgva tíð varð MEST samtakið í fjør selt til P/F Krúnborg við Beintu, Sámal, Eiler og Petur Jacobsen. Og við í keypinum fylgdi eisini dugnaligi og arbeiðssami stjórin Mouritz Mohr.

Nú eru eigaraviðurskiftini so aftur broytt, tó soleiðis at Krúnborg fólkini framvegis eiga meginpartin av fyritøkuni, 90%. Nú hevur høvuðseigarin so gjørt av at selja 10% av partapeninginum til Mouritz Mohr, sum í dag er stjóri í MEST.

Petur Jacobsen, ein av eigarunum, hevur júst tikið við sum nevndarformaður. Hann sigur við oljan.fo, at Mouritz Mohr hevur verið partur av MEST meginpartin av lívi sínum og er hann í dag stjóri fyri alt samtakið, ið er eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum.

“Vit fegnast um, at Mouritz Mohr nú aftur er ein av parteigarunum í samtakinum. Hann kennir alt til hesa fyritøkuna, og hann hevur verið ein góður stjóri. At fáa ein Mohrara aftur sum eigara er sum at fáa hjartað við aftur í fyritøkuna,” sigur Petur Jacobsen vegna eigararnar og nevndina.

Mouritz Mohr, sum hevur verið á MEST siðani 1992 og eisini lærdi har frammanundan, er sum vera man glaður um at vera partur av eigaraskaranum, eftir at hava arbeitt í fyritøkuni so leingi. “Hjartað liggur her,” sigur Mouritz Mohr, sum mánadagin fer til Orknoyggjarnar saman við nevndarformanninum at kanna møguligar nýggjar marknaðir.

Sum oljan.fo skilur tað, so verður arbeitt miðvíst at finna nýggjar marknaðir í útlandinum – hetta ikki minst í kjalarvørrinum á væleydnaða arbeiðinum við einum av heimsins størstu oljupallum, West Hercules, á Skálafjørðinum í fjør.

kelda: oljan.fo