MEST spennir seg út á fleiri markamótum

Um somu tíð sum stjóri og nevndarformaður í MEST vitjaðu í Orknoyggjunum, vóru fíggjarstjóri og marknaðarleiðari hjá fyritøkuni á fundi við bretska ráðharran fyri Skotland í Havn týsdagin.

Ein av føroysku fyritøkunum, sum veruliga hevur havt vind í seglunum seinastu árini, er MEST og tess dótturfelag PAM. Fyritøkurnar hava verið við til at varpa ljós á møguleikar at fáa føroyskar handverkarar í arbeiði í útlandinum, umframt at fáa útlendskar uppgávur heim til Føroya at verða gjørdar av handverkarum her. Teir umleið 200 føroyingarnir, sum arbeiða fyri PAM í norsku olju- og frálandsvinnuni og umvælingin av einum av heimsins størstu oljupallum, West Hercules í Føroyum, eru dømi um ta menning, sum er rundan um føroysku stórfyritøkuna.

Og tað sær ikki út til, at MEST fólkini hava ætlanir um at steðga á her. Tvørturímóti verður nú orka brúkt uppá at fáa nýggjar stóruppgávur til Føroya. Hetta kom til sjóndar í Havn týsdagin og sama dag í Orknoyggjunum.

Um somu tíð sum stjórin í MEST, Mouritz Mohr og nevndarformaðurin Petur Jacobsen vóru á kanningarferð í Orkoyggjunum fyri at vita, um fyritøkur og tað almenna har kunnu fáa uppgávur gjørdar hjá MEST í Føroyum, so vóru fíggjarstjórin, Bartal Kass og nýggi sølu- og marknaðarleiðarin, Richard Mortensen, á fundi við bretska ráðharran fyri Skotland, Alistair Carmichael, í Havn.

Oljan.fo var við, tá teir báðir MEST-leiðararnir sluppu at leggja fram fyri bretska ráðharranum í ein hálvan tíma á Hotel Føroyum. Teir báðir greiddu frá virkseminum hjá MEST samtakinum og var uppgávan at umvæla ein av størstu boripallum í heiminum fremst á breddanum. Eisini varð kunnað um mongu føroyingarnar, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni, og varð niðurstøða teirra púra greið, nevniliga, at Føroyar eru kappingarførar og væl tað í mun til grannalondini, tá tað snýr seg um at veita vørur og tænastur til eitt nú útlendsku olju- og frálandsvinnuna.

Og við hesum boðskapi lótu teir ráðharran fyri skotska grannan fyri sunnan vita, at Føroyar við MEST og øðrum veitingarfyritøkum bjóða seg fram at veita tænastur til oljuvinnuna, sum arbeiðir á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland. Føroyar liggja eins tætt ella entá nærri við oljuleiðirnar sum Skotland.

Alistair Carmichael, sum gjørdi sær stóran ómak at lurta eftir hesum boðskapinum, kundi bara nikka játtandi til, at sjálvandi eigur samvinnan millum Skotland og Føroyar at mennast, soleiðis at tað ikki bara verður hugt móti Keypmannahavn og London. Hann helt fyri, at føroyskar fyritøkur eiga at gera seg meira sjónligar á marknaðinum í Stórabretlandi og helt hann tað vera ein spurning um samband og samskifti til at byggja brýr millum londini.

Sum oyggjabúgvi sjálvur búsitandi í Orknoyggjunum og nakað burtur frá meginlandinum, kundi Carmichael kenna aftur týdningin tað hevur at brúka nógva orku uppá marknaðarføring. Hann helt tað vera áhugavert at frætta, at MEST um somu tíð varð á vitjan í Orknoyggjunum fyri at menna samstarvið.

Sjálvur helt hann tað eisini vera so upplagt, at føroyingar liggja framvið, tá stórar útbyggingar fara fram við markið, og nevndi hann eitt nú Rosebank og Laggan Tormore keldurnar, sum verða útbygdar í løtuni ella í næstu framtíð.

Bretski ráðharrin fyri Skotland helt fyri, at tað vil vera ein vinnarastøða fyri bæði Føroyar og Skotland og oyggjarnar har, um man fekk økt um samvinnuna. Og hann helt komandi tiltakið hjá Atlantic Airways at flúgva til Edinburg kundi verið ein týðandi duraopnari at røkka hartil.

    

kelda: oljan.fo