MEST marknaðarførir Føroyar í kendum altjóða tíðarriti

Eftir at føroyska fyritøkan MEST hevur luttikið á messu í Aberdeen og hevur lagt seg eftir at gerast meira sjónlig á altjóða marknaðum, eitt nú eftir væleydnaðu “West Hercules” verkætlanina, hevur ein ávísur áhugi verið í at lýsa og kunna um føroyska skipasmiðju- samtakið í Norðurhøvum umframt at varpa ljós á Føroyar sum tænastudepil.

Eitt nú hevur altjóða tíðarritið “Inside Marine”, ið er eitt av heimsins fremstu og mest viðurkendu á økinum, sett 4 síður av til eina samrøðu við Mouritz Mohr, CEO í MEST Shipyard. Tíðarritið viðger tann maritima sektorin sum heild og her ikki minst tey mongu tøkniligu framstigini, sum henda á økinum.

Í samrøðuni við MEST-stjóran verður ymiskt um fyritøkuna MEST tikið fram og eisini okkurt av eitt sindur lættari slag. Eitt nú nevnir Mouritz, at abbi hansara, Kjartan Mohr plagdi at siga: “Um tú ert nøgdur við tænastuna hjá okkum, fortel so øllum tað. Men um tú ert ónøgdur lat meg frætta frá tær”. Og hetta er nakað, sum Mouritz sjálvur hevur roynt at lagt seg eftir sum ovasti á skútuni og føroyska vinnuflaggskipinum MEST. Í samrøðuni nýtir skipasmiðjustjórin høvi til at kunna um ikki bara MEST men eisini teir mongu møguleikarnar, sum Føroyar hava at veita kundum í Atlantshavinum og um alt Norðurevropa. Sum nakað heilt nýtt fær Mouritz Mohr høvi at kunna um útbyggingina av turrdokkini á Skála, sum nú kann taka ímóti nærum øllum sløgum av skipum, eisini frálandsskipum.

MEST er so eisini farið út á barrikadurnar á fleiri útlendskum marknaðum. Umframt at fyritøkan roynir at marknaðarføra seg í Bretlandi, so ger hon eisini alt hon kann fyri at varðveita og menna sína hjáveru á stóra norska marknaðinum.

Hetta kom so eisini til sjóndar nú um dagarnar, tá fyritøkan hevði lýsing um sítt virksemi ovast á bjálkanum í norska “Skipsrevyen”.

MEST er eisini ein sera virkin partur í royndunum hjá føroyingum at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil í Norðuratlantshavi, eitt arbeiði, sum Oljuvinnufelagið í Vinnhúsinum m.a. hevur arbeitt við og sum nú fer at verða ment uppaftur víðari, nú nýggi vinnumálaráðharrin nú um dagarnar kunngjørdi, at landsstýrið hevur sett av 800.000 kr. á fíggjarlógina nettupp í sambandi við menning og marknaðarføring av maritima partinum av vinnuni.

Nýggjasta greinin og umrøðan av MEST og Føroyum í einum av heimsins fremstu maritimu tíðarritum má tí sigast bæði at koma á rætta stað og til røttu tíð.

 

Kelda: oljan.fo