MEST á Atlantic Fair í Klaksvik

MEST luttekur aftur hesaferð á Atlantic Fair í Klaksvík. Básurin er rúmligur og hava vit nógvar av okkara veitarum við á stevnuni. Hesir eru millum annað: Rolls Royce, Desmi, Wartsila, Festo og Scania.

Mouritz og Sunvard halda fyrilestur tann 13 mai.

Mikudagin 13 mai heldur Mouritz Mohr, stjóri røðu kl 13.00 undir heitinum “Vinnan í Føroyum er kappingarfør”.

Mikudagin 13 mai kl 14.00 fer Sunvard Joensen, Tekni- og verkætlanarstovuleiðari á MEST, at tosa um okkara umfatandi verkætlan við Enniberg – undir heitinum “Bíligari rakstur og leingjan av livitíð – Enniberg”

Vit ynskja øllum okkara verandi og komandi samstarvsfeløgum hjartaliga vælkomnan á okkara bás í Klaksvik.

Vitja okkum á bási D380