Føroyska vinnan er kappingarfør

Kunnleikin til føroysku førleikarnar eru tó avmarkaðir og er avbjóðingin nú at fáa útlendingar til Føroya fyri at fáa sjón fyri søgn

“Eftirmetingarnar av West Hercules og Maersk Edgar verkætlanunum í Føroyum prógva, at vit í Føroyum eru kappingarfør. Í eftirmetingunum eru vit vorðin vigað og máld – og úrslitið er, at vit á MEST og aðrir undirveitarar í Føroyum veita tænastur, sum eru kappingarførar við Noreg, Skotland, Danmark og onnur grannlond tá ið tað snýr seg um at veita álítandi tænastur. Hetta fevnir um bæði hetta at halda tíðarætlanir, prís og dygd,” sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST við oljan.fo, nú stutt áðrenn hann fer á pallin á Atlantic Fair í Klaksvík.

Fyri at Føroyar kann koma longri á leið er tó neyðugt, at útlendskar fyritøkur koma á vitjan í Føroyum og síggja okkara útbúna sjón fyri søgn sigur hann.

“Vit hava vitjað útlendskar fyritøkur og verið umborð á stórum skipum um okkara leiðir. Í mongum førum er talan um føroyska yvirmanning og tykist hetta ikki at vera nóg mikið. Hóast fólk umborð eru sinnað at fáa gjørt teirra umvælingar á eitt nú MEST tykist tað sum, at høvuðsskrivstovurnar í t.d. Bretlandi ella aðrastaðni ikki hava nóg nógvan kunnleika til Føroyar, okkara útbúnað og førleikar – og tí velja at bíða við umvælingum. Avbjóðingin er tí at fáa fólk frá høvuðsskrivstovunum í London, Oslo, Bergen, Edinburg og aðrastaðni til Føroya. Hetta fyri at tey kunnu fáa sjón fyri søgn. Okkara royndir eru , at tá ið tey fyrst hava sæð okkum í Føroyum – eru dyrnar latnar upp. Og vit eru klár at veita álítandi tænastur,” sigur Mouritz Mohr.

kelda:oljan.fo